
vinningar shark atlantic 2012
1. Gávukort frá Jógvan Weihe Kr. 10.000,-
2. Gávukort frá Bátatænastuni Kr. 10.000,-
Stuðlar til kappingina eru:


Tilmelding:
Heini Weihe, tlf.
794360,
teldupostur: hwe@nema.fo
Luttøkugjaldið
er kr. 500,- sum skal setast inn á
konto nr.
9181-154.793.5 í EIK.
Viðmerkjast skal navn á lutakara og shark atlantic
2012.
Mail skal sendast til hwe@nema.fo við fullum navni og mynd av luttakara soleiðis at vit kunna upprætta
ein profil av øllum luttakarum.
Tá ið vit hava vátta inngjaldið ert tú
við í kappingini. Tað vil altíð vera ein fyrimunur at gjalda í góðari tíð. Og
ikki sama dag sum fari verur út at fiska.
Kappingarreglar:
Orsøkin til allar reglarnar er, um vit sláa
heimsmeti í hemara so standa vit mát við altjóða reglur.
Fiskiøki:
Alt havøkið kring
Føroyar
Generelt:
Fyrireikarin skal hava boð so skjótt
sum hemarin er fingin.
Tað skal takast mynd av fongi og
veiðumanni/kvinnu. Og tað skal gerast við digitalum tóli, og helst skal
tað filmast.
Fiskimaðurin/kvinnan kann ikki fáa hjálp frá øðrum við at
møða hemaran.
Um eingin mynd er tikin verur fiskurin
diskvalifiseraður.
Hemarin skal vigast á alment góðkendari vekt, og um
hann er fingin á fastlandinum skal hann, um til ber, vigast úti á
Sjósavninum
Ein óvildigur limur í kappingini skal vera við tá
fongurin verður vigaður.
Longsta mát og mát um búkin, har hann er feitast,
skal uppgevast.
Fyriskiparin skal, um neyðugt, hava dorgina og 5 metur av
høvuðslínuni til kanningar.
Veiðutíð: 1. Februar 2012 til 31 Januar 2013,
báðir dagar íroknaðir
Útgerð:
Tað er einki mark fyri
hvussu nógvar tráður vera nýttar.
Nýtsla av
El/Hydraulik spælum er forboði.
Høvuðslínan
á spælinum má ikki vera sterkari enn 60 kg
Weir teinurin má ikki vera longur enn 9 metrar.
Tað er ikki loyv
at brúka meir enn 2 húkar til hvønn weir teinin. Frástøðan millum hesar húkar má ikki vera meir enn 20 cm.
Agn:
Tað er loyvi at nýta øll sløg av fiskaagni,
og kunnu tey nýtast livandi.
Tað er ikki loyv at nýta súgdjór til agn, ella
partar av súgdjórum
Útgerð:
Ein
tráða í vektklassanum 30 til 80 lbs, sjálvur dámar mær best 30-50 lbs
Eitt
spæl sum tekur 400-800 m av 60-80 lbs nylon ella flætta. Eg vil anbefala at
brúka nylon, tí tað er somikið av elastikki í, ella í øllum førum 30 m av nylon
aftaná veirin. Tað er ikki uttan orsøk at tað flest allir Big Game bátar nýta
nylon.
Um tit velja at brúka flætta línu, so vil eg ráða til at brúka 30
- 100 m av mono í klassa 80-100 lbs
4-5 metrar av 1.8 mm wire.
Svøvlar, sum bera
300-500lbs
Hvussu:
Hátturin at fiska hemara er einkul.
Tú egnur
við einum seiði, síli, laksi, toski....ja møguleikarnir eru nógvir. Men
høvuðssakin er, at ikki brúka størri agn enn 20-30 cm.
Eisini er møguligt at
brúka livandi agn. Hettar gerð man við at stinga eina bukt ígjøgnum eyguni á
fiskinum og binda buktin fasta í húkin
Dyrgja:
Tú
dyrgir fram við landinum og frástøðan frá landi skal vera eini 50-500 m.
Agni skal vera 40-60 metrar aftanfyri bátin. Ferðin skal liggja um 2-3
míl
Og best er, um tað ber til at leggja agnini á ymsum dýbdum.
Reka:
Ein av møguleikunum er at reka sftir hemara.
Tað er sama metoda sum línufiskarir gera. Best er um man hevur 3-4 tráður og
setur agni á ymsum dypum. Til dømi kann man seta fyrstu tráuna á 10 m, næstu á
20m og triðju á 30m.
Men ein tummil er at leggja agnini mitt í sjógvin og
uppeftir
Tá man rekur er gamaní at fiska tosk o.a, fyri eisini at lokka
hemaran til bátin
Liggja fyri akker:
Tað er eisini ein
nógv brúkt metoda. Tá setur tú agni sum tá tú rekur, frá mitt í sjónum og
uppeftir
Um tú hevur eitt gott hemaramið tætt við land er gamaní at kasta
akker, og gjara nógv út. Gjaringin rekur so við streyminum og lokkar hemaran
til.
Eisini er gott at skera smáar bitar av fiski og blaka út. Hesir søkka
spakuliga móti botninum
Hvar:
Tað hevur víst seg, at hemari dámar
best har tað rekur hart. Ella tætt uppat, tí hann liggur ofta í einari
afturundirgerð.
Tað vil siga um nes og tangar.
Tað nýggja er at brúka gummifiskar at dyrgja við, sum td storm
ella herring cutbait
Góða eydnu 
© 2012 fiska